Hetta er ein rættuliga prinsippiellur spurningur fyri føroysku fjølmiðlarnar, sum virka reint kommersielt uttan nakran form fyri almennan stuðul. Hetta stig løgtingsins er beinleiðis kappingaravlagandi og er rættuliga týðuliga gjørt í óðum verki, uttan at t. d. Televarpið, sum beinleiðis verður rakt av hesum, er eftirspurt. Spurningurin varð eisini reistur undir tingviðgerðini, um Kappingarráðið kann góðtaka slíkt men hann varð ikki svaraður.
Tað er kortini eitt framstig, at lógarsmiðir okkara umsíðir hava tikið støðu til lýsingarpolitikkin hjá almenna kringvarpinum. Sum støðan er í dag, so er ein sera ójøvn kapping her millum almenna kringvarpið og privatu miðlarnar. Kringvarpið, sum er alment fíggjað, og sum við pantifúta kann fara eftir kringvarpsskattinum, eigur ikki eisini at verða lýsingar og sponsorfíggjað. Tað er hvørki gott fyri stovnin ella fyri kappingina millum miðlarnar.
Tað setir eisini politikarunum krøv, at Kringvarpið missir hesa inntøku næstu fimm árini. Tað verður áhugavert at frætta, hvussu hesir pengar skulu fáast til vega um kringvarpsskatturin hækkar, ella játtan verður á løgtingsfíggjarlógini.
Hetta stigið hjá løgtinginum við at lata Kringvarpið senda útlendskar rásir, víðkar almenna monopolið, og tað tekur grundarlagið undan undan privatum miðlum. Tað er als ikki uppgávan hjá Kringvarpi Føroya at senda public service tilfar hjá øðrum londum, Uppgávan er at senda føroyskt public service tilfar. Hóast tað er at fegnast um, at ein so breið politisk semja er gjørd um hetta mál, so er júst hetta stigið illa umhugsað, og átti at verði broytt.