Høgni Hoydal, virkandi landsstýrismaður í mentamálum, hevur sagt, at alt fór rætt fram í landsantikvarsetanini, hóast tað er staðfest av eitt nú løgmanni, at so var ikki. Hóskandi kundi tí verið at spurt HH, um tað er í lagi at skriva setanarfráboðan á heimatelduni uttan brævhøvd, journalnummar ol. í slíkum álvarsmáli, ið hevur við umsøkjarar til alment starv at gera? Er tað í lagi, at ein, um ein skal trúgva undanfarnu landsstýriskvinnuni í mentamálum, einsamøll landsstýriskvinna uttan fakligan førleika skal hava setanarsamrøður og vurdera umsøkjarar? Er tað í lagi at koma við nýggjum førleikakrøvum, ið ikki stóðu í starvslýsingini? Sambært formanni Tjóðveldisfloksins er svarið ja til omanfyristandandi spurningar. Vit kunnu bara staðfesta, at alt tos um at arbeiða eftir bókini og klokkuklárum mannagongdum eftir hetta fer at ljóða heldur tómligt.
Hetta er flokkurin, ið stendur á odda at vilja yvirtaka løgreglu og rættarskipan. At hugsa sær, um talan nú ikki var um landsantikvar, men um starvssetan av fúta ella dómara. Kunnu vit í Føroyum liva við, at ein flokkur fer so lætt um setanarpolitikkin? Løgmaður hevur ein trupulleika, um hann letur hetta ganga.
Hvussu fer eitt framtíðar landsstýrisfólk at handfara eina møguliga fútasetan ella dómarasetan? Hetta er sera álvarsligt. Tað er beinleiðis vandi á ferð, um serfrøðin tá verður lopin um til frama fyri til dømis brøv frá fólki, ið vilja hava beinleiðis ávirkan á, hvør skal sita í landsins hægstu størvum og meira týdningarmikið, hvør eftir øllum at døma ikki skal sita í landsins hægstu størvum.
Vanliga uppfatanin í Føroyum er, at politiskar starvssetanir hoyra fortíðini til, men so er ikki, um løgmaður letur standa til eftir hetta. Spell at løgmaður, ið royndi at halda fast um eitt týðandi prinsipp, nú skal snáva.
Málið snýr seg um trúvirði. Trúvirðið hjá setanarpolitikkinum er rokið, um løgmaður ikki fylgir málinum til dyrnar. Endar málið her eigur samgongan at broyta setanarpolikkin, so hann er í tráð við veruleikan.. So kann setanarpolikkurin reduserast til nakrar fáar linjur um, at landsstýrisfólkið ger, sum tað vil, uttan atlit til ráðgeving og førleikakrøv. Nøkur orð kunnu so skoytast uppí um, at førleikakrøvini kunnu tilpassast, aftaná umsóknirnar eru komnar inn, so fólk kunnu kasserast í síðstu løtu, uttan at tað er tráð við starvslýsingina. Syrgiligt, um føgru orðini um gjøgnumskygni og rættvísi í starvssetanarpolitikkinum nú fara fyri einki, áðrenn hesin politikkur veruliga er farin at virka. Anfinn Kallsberg, løgmaður hevur ein stóran trupulleika. Hann tók eina álvarsliga avgerð, tá hann ikki tolereraði brot á starvsfólkapolitikkin. Men hvat nyttu ger hon, um løgmaður ikki letst um vón, tá nýggi landsstýrismaðurin ikki vil rætta gjørd mistøk.
Sosialurin