ODDAGREIN: aftur og fram – og aftur

Løgmaður segði tað vera eina pro­vo­ka­ti­ón, tá hann í ó­lav­­søk­u­røð­uni boð­­aði frá, at hann droymdi um ein ríkja­­fel­ags­skap mill­um trý sjálv­støð­ug lond, Føroyar, Danmark og Grøn­land.
Men hesum dreymi hevði løg­mað­­ur tó gingið við í longri tíð: Longu í mai mán­aði hev­ði hann greitt blað­stjór­a­num á »Pol­i­tik­en«, Bo Lide­gaard, frá sínum dreymi.

Men skjótt er at vakna úr dreym­a­verð, tí longu á nítj­anda degi eft­­ir, at løg­­­mað­­­ur bar sína »sjálv­stýr­­i­s­ætl­an« fram, varð hann trýst­ur upp á pláss av sín­um egna flokki – og tað gjørdi hann, sum hann plag­­ar, kunn­­­ugt á sín­­um Face­­book-pro­f­ili í gjár­kvøldið:
» – Høvdu ein sera góðan fund í gjár við ting­bólki og lands­nevnd, semja er um at gerða eina ætl­an, um eina ný­skip­an inn­an­fyri rík­is­fel­ags­skap­in, vón­andi kann ein so­vorð­in æt­lan verða okkara í­kast til eina tjóð­ar­semju um eitt nýtt sam­starv, mill­um lond­ini í rík­is­fel­ags­skap­i­num.«
At hetta bleiv niðurstøð­an, undr­ar neyvan nakran. Hó­ast nógv kunnu nikka til hug­skot­ið hjá løg­manni sum ver­­­andi kon­­­struk­­tivt, so er tað tó bara kon­struk­tivt fyri tey, sum ikki velja Sam­bands­flokk­in ella Tjóð­veldi. Fyri øll onn­­ur hevði ein tjóð­­ar­semja um rík­is­rætt­ar­ligu støð­­una – inn­an fyri rík­is­fel­ags­skap­in á onkran hátt – ver­ið kær­komin. Tá hevði borið til at ført veru­ligan pol­i­tikk, heldur enn at halda fram við kon­fron­t­at­ió­ns­poli­­tikk­­­i­num um ríkisrættarligu støð­una, sum hev­ur ver­ið eks­­­­i­­stens­­­ur­in hjá stórum parti av polit­isku flokk­unum í Før­oy­um í meira einn heila øld. Onkuntíð av ein­­um meir­i­­luta í ting­i­num, hó­ast tað held­ur ikki førdi til tjóð­ar­sermj­una.
Tað sigur seg sjálvt, at baklandið í Sam­bands­flokk­inum ress­ast við av út­søgnunum hjá løg­manni. Og tað sigur seg sjálvt, at tað er sum at fáa salt í sár­ið at síggja út­rætt­ar hend­ur frá Tjóð­veld­inum, hvørs um­boð fegnast um, at tað loks­ins blíðk­ar fyri eygum løgmans.
Tað undrar heldur ikki, at hug­skot­­ið spratt úr Fólka­flokk­i­num, sum síðani 29. oktober seinast hev­ur ver­ið ide­o­log­iska kjøl­festi løg­mans.
Ikki tí, vit kunnu væl fylgja løg­manni og dreymi hans­ara. Men vit duga illa at síggja, hvussu tað skal gjøgn­um­før­ast í Sam­bands­flokk­i­num, sum tá skal skifta pláss við Javn­að­ar­flokk­in sam­rík­is­meg­in á pol­it­iska ás­a­num.
Tað verður áhugavert at frætta, hvussu leikur fer. Leikluturin hjá løg­manni seinastu vikurnar hev­ur ver­u­liga rist grundvøllin undir Sam­bands­flokk­i­num – hó­ast bak­land­ið nú hev­ur tik­ið løg­mann av ræði, so hev­ur tað skal­að trú­virði floks­ins og løg­mans.