Tølini 46664 var fongsulsnummarið hjá Nelson Mandela tey 18 árini hann sat fangi á Robin Island í Suðurafrika undir hvíta apartheidstýrinum. Hann sat tó fangi í tilsamans 27 ár í ymsum fongslum.
Stigtakararnir til AIDS-konsertina við Nelson Mandela á odda høvdu valt at brúka fongsulsnummarið hjá Mandela ? 46664 ? sum var tað hann var reduseraður til sum menniskja, meðan hann sat í fongsuli - sum skjaldramerki /herróp fyri innsavningina av pengum.
Á konsertini vóru fleiri av heimsins kendastu rockorkestrum, teirra millum Queen, hvørs sangari Freddie Mercury doyði av AIDS fyri mongum árum síðani.
Nelson Mandela, sum ikki er nakar unglingi longur, hann er 85 ára gamal, hevur brúkt nógv av síni tíð seinastu árini í stríðnum móti AIDS. Hann eggjar fólkum, felagsskapum og stjórnum kring allan heim um at vísa hesum stríði størri ans. Hann sigur, at AIDS er ein ómetalig vanlukka fyri alt Afrika. ?Í fongsuli var eg eitt nummar, fólk við AIDS eru einans eitt nummar. AIDS er ikki ein sjúka, tað er ein spurningur um mannarættindi segði hann í London herfyri.
Her heima hjá okkum verður við jøvnum millumbili tosað um, hvussu nógv vit skulu lata í menningarhjálp og til hvønn. Tað hevði uttan iva verið eitt gott hugskot, um okkara myndugleikar vístu slíkum tiltaki sum hesum ella øðrum tiltaki ans og vóru við til at lata pengar til tess góða endamál: at upplýsa um AIDS, at hjálpa AIDS-raktum ol. At vit góvu eina hjálpandi hond til menningarlond í Afrika hevði bara kunnað skapt virðing fyri okkum sum tjóð, og tað hevði eisini styrkt okkara egna sjálvsvirði.
Fleiri felagsskapir og eisini stjórnir í t.d. Europa hava latið pengar til stríðið hjá eitt nú Mandela til frama fyri AIDS-rakt. Hann hevur sjálvur vitjað hesi lond og tikið ímóti pengunum . Hevði tað ikki verið eitt gott hugskot, um almennu Føroyar sum eitt av heimsins minstu men ríkastu samfeløgum tók eitt líknandi stig og síðani beyð Mandela sjálvum at koma eftir hesi menningarhjálpini. Slík vitjan í slíkum ørindum hevði so sanniliga eisini kunnað givið okkum føroyingum nakað afturfyri - at fingið vitjan av tí manni, sum mong hava kjósað sum eitt tað størsta menniskja nakrantíð í søguni, tí hesin m.a. ofraði alt sítt lív í stríðnum móti eini aðrari herviligari sótt, apartheid. Vit ynskja Mandela góða eydnu í hansara stríði móti AIDS.
Sosialurin