Hinvegin hava vit neyvan orsøk til at halda, at tað er stórur gravgangur eftir at taka lut í eini nýggjari útbjóðing. Hetta av fleiri orsøkum. Ein er tann, at fleiri av oljufeløgunum fingu loyvi í 2. útbjóðing, og hetta eru loyvi, sum tey sjálvandi fyrst vilja troyta, áðrenn tey vilja binda seg til enn fleiri uppgávur. Ein onnur orsøk kann vera tann, at feløgini hava havt og hava úr at gera at søkja um leitiloyvi í bæði bretskum og norskum øki. Um verandi heimskreppa eisini kann hava minkað um áhugan at søkja her skulu vit ikki siga, tí oljufeløg eru nokk tær fyritøkur, sum eru frægast fyri fíggjarliga og ein fortreytin fyri at tey kunnu halda fram við at virka eru nýggjar íløgur í leiting. Fyri hvønn dropa av olju tey taka upp úr undirgrundini skulu tey finna nýggjar. Um lækkandi oljuprísurin eisini kann minka um áhugan er ringt at siga. Tað var tann tíð, tá prísurin fall niður á 10 dollarar fyri tunnina og minni, og tá fór man at tosa um, at leiting um okkara leiðir við harvið fylgjandi útbygging fór ikki at løna seg.
Men tað eru so eisini orsøkir til, at oljufeløgini framvegis síggja eina framtíð í okkara undirgrund. Tað er jú staðfest, at ein virkin kolvetnisskipan er í undirgrundini, og hetta er eitt týðandi trekkplástur. Tað verður eisini hildið, at júst undirgrundin um okkara leiðir er ein tann seinasta møguliga oljuleið, har tú enn kann gera stór fund. Og síðani dregur tað eisini feløg henda vegin, at tað eru gjørd stór oljufund beint hinumegin markið, Rosebank og Cambo. Eisini avgerðin hjá Total at byggja út fyrsta gassfeltið vestan fyri Hetland kann vera medvirkandi til, at oljufeløg, ið eru virkin í bretskum øki, eisini síggja føroyska økið sum ein heilt náttúrligan part í eini framtíðar leiti- og útbyggingarstrategi.
So her er nakað, ið talar fyri og ímóti áhuga at vera við í eini nýggjari útbjóðing. Vónandi verða onkur av stóru oljufeløgunum við, eitt nú StatoilHydro, Dong og Chevron, sum vit vita arbeiða við eini strategi, ið fevnir um leitiøki báðumegin markið. Hvussu verður við BP, Shell oø. er ilt at meta um. Eru tey ikki við, hava tey tó altíð møguleika at farma inn hjá øðrum.
Sosialurin










