Men hetta hava Kaj Leo Johannesen og floksfelagar hansara eftir øllum at døma ikki hugsað um. Tað vórðu býráðslimir Sambandsfloksins í Havn, Beate L. Samuelsen og Høgni Mikkelsen, sum saman við Kaj Leo Johannesen kravdu Heðin Mortensen úr Sambandsflokkinum, eftir at hann sambært teimum hevði svikið eina avtalu við Fólkaflokkin um, at Fólkaflokkurin skuldi varðveita borgarstjórasessin í Havn, heldur enn at Sambandsflokkurin aftur fekk sessin.
Alt hetta endaði við, at Heðin Mortensen varð koyrdur úr Sambandsflokkinum. Restina av søguni kenna vit - men hana átti formaður Sambandsfloksins eisini at kent – tí tykist tað sera ørkymlandi, at hann sum ketta úr høvdatrog seinnapartin í gjár viðgongur hendan trupulleikan – og enn verri ábendingar eru tað um politiskt tev og politiskt handalag, tá hann leggur trupulleikarnar upp í hendurnar á Jóannesi Eidesgaard, løgmanni.
Hurluvasin í Sambandsflokkinum í Havn er ein innanhýsis trupulleiki, sum løgmaður hvørki eigur lut ella deil í. Vil Sambandsflokkurin ikki missa ein tingsess – og tað skulu vit ikki siga hann ringan fyri, so er bara at seta onkran annan í Fíggjarmálaráðið, enn júst ein tingmann úr Suðurstreymoy. Hetta áttu tey at havt hugsað um longu í gjáramorgnunin!
Við Bárði Nielsen hevur Sambandsflokkurin mist nógv. Men um Kaj Leo Johannesen nú ger málið um Heðin Mortensen til samgongumál – ella setir løgmanni og samgonguni ultimatum hesum viðvíkjandi, so er tað byrjanin til endan á hansara politisku karrieru.
Sambandsflokkurin má tí broyta avgerðina um, at Kaj Leo Johannesen verður landsstýrismaður. Av tingmanningini eru tað bara Marjus Dam og Olav Enomoto, sum kunnu taka við sessinum.
Avgerðin hjá Bárði Nielsen gav Sambandsflokkinum ein trupulleika. Men loysnin hjá Kaj Leo Johannesen og hansara fólki var til greiðan dumpikarakter.










