Víst vita tey, sum hava við ungdóm at gera, at heilt nógv hasj og annað, er millum ungdómin, men at talið er so høgt kemur óivað óvart á. Hóast talið kanska er í so høgt sett, so eigur tað at fáa myndugleikan at rakna við. Og við myndugleikar hugsa vit bæði um tann politiska myndugleikan, tollvaldið, fyribyrgingarráðið og eisini skúlan.
Grundleggjandi má ungdómurin alla tíðina upplýsast og kunnast um rúsevni - tað verið seg rúsandi løg og euforiserandi evni - og í hesum samstarvi má góð samvinna vera millum skúlaverkið og fyribyrgingarráðið. Er henda upplýsing ikki nóg dygg, so má hon gerast betri, so øll vita um vandan at roykja ta fyrstu pípuna, taka ta fyrstu tablettina ella taka onnur rúsandi evni.
Er støðan versnað, má politiski myndugleikin taka upp neyvari samstarv við løgreglu og tollvald, og leggja eina ætlan fyri, hvussu misbrúkið kann tálmast og fáast niður í nærum einki. At fáa misbrúkið heilt burtur, ber neyvan til, tí nøkur gerast altíð so tengd at rúsandi evnum, at tey gera alt, sum tey kunnu, fyri at fáa fatur í teimum.
Um løgregla og tollvalda halda, at neyðugt er við størri orku, má politiski myndugleikin eisini kunna veita eina størri játtan, tí tað ber ikki til, at ein stórur partur av okkara ungdómi "gongur skeivur".
Upplýsing um rúsandi evni má eisini vera ein táttur í tí átakinum um eina betri fólkaheilsu. Eitt átak sum miðjar eftir at fáa børn og vaksin at eta sunnari, at fáa fólk at gevast við at royka, at fáa fólk at røra seg meira, at fáa fólk at hugsa um arbeiðsstøður og skapa møguleikar fyri, at allar føroyingar fáa eitt innihaldsríkt lív og eina betri heilsu.
Løgreglan - og serligi narkobólkurin hjá løgregluni - kennir umhvørvið, og dugir best at meta, hvussu stórt misbrúkið er. Myndugleikin má tí taka hetta ógvisliga talið í størsta álvara og ikki bíða ein dag at taka hetta álvarsmál upp. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur ikki ligið á tí latu síðuni, so væntandi letur hann ikki málið fara aftur við borðinum.
Sosialurin