ODDAGEIN: Søgulig semja fyri skeyti

So hendi tað, at nógva og drúgva ar­beið­­ið við nýggjari stjórn­ar­skip­an fór fyri skeyti. Alt bend­ir á, at mál­ið nú hev­ur fing­ið end­a­liga mønu­sting­­in, nú løg­ting­ið sam­tykti at koyra mál­ið aft­ur í nevnd – og har­við verð­­ur tað súlt­að og fell­ir burt­ur, tá ting­set­an end­ar fyrsta dag­in.

Hans Pauli Strøm boðaði frá í út­­varp­­­i­num í gjár, at hann ikki ætl­ar at brúka fleiri kreft­ir og tíð til stjórn­­ar­­skip­an­ar­upp­skot­ið. Men hann læt tó dyrn­ar standa á gloppi so­leið­is, at Høgni Hoy­dal og Ják­up Mikk­el­sen fáa ein kjans at vísa, hvussu tann semj­an kann finn­ast, sum tað ikki hev­ur bor­ið til at funn­ið hig­ar­til. Tað er tó lítið sann­líkt, at teir megna hetta, men teir skulu sjálv­andi sleppa at standa sína roynd.

Hinvegin hava gomlu loys­ing­ar­flokk­ar­nir, Tjóð­veldi og Fólka­flokk­urin víst, at teirra vilji til at finna eina prag­mat­iska loysn er ógv­u­liga lít­il. Tó síggja vit tríggj­ar mans vísa dirvi: Sjúrð­ur Skaale úr Tjóð­veldi, sum hev­ur arg­u­men­ter­að ­sera væl fyri sín­um sjón­ar­mið­um, Bjarna Djur­holm úr Fólk­a­flokk­i­num og so Poul Mich­el­sen, fyrr­ver­andi fól­k­­a­­floks­­m­ann, sum nú er í Fram­sókn. Tað er stórt spell, at teir ikki hava vunn­­ið ljóð fyri sín­um sjón­ar­­mið­­um mill­­um floks­­fel­­ag­­ar, so vit kundu kom­­ið víð­­ari við hes­­um mál­i­­num.

Alt ella einki poli­tikk­ur­in hjá Tjóð­­veld­­­i­num í stjórn­­ar­­mál­­um før­ir onga leið, og við hesum politikki fer flokk­­urin fram­­hald­­andi at ganga sína oyði­mark­ar­gongd við loys­ing­ar­sjón­ar­mið­um, sum flokk­ur­in helst ong­an­tíð vinn­ur ljóð fyri mill­um før­oy­ing­ar, sum ikki ynskja at loysa frá ríki­num.
Vit kundu kanska freist­ast til at biða um at fáa hasa fólka­at­kvøð­una bein­an­veg­in, so vit fáa loys­ing­ar­spurn­ing­in av­greidd­an eina ferð med alla. Men tað er held­ur eing­in loysn, tí vit fáa valla held­ur semju um, hvussu vit skulu spyrja.

Loys­ing­ar­fólk vilja heldur halda seg til eina dem­o­krat­iskt sera iva­sama fólka­at­kvøðu í 1946, sum var fyri loys­ing, enn at fáa eina fólka­at­kvøðu nú, sum er í­móti loys­ing.

Tað besta fyri føroyska sam­fel­ag­ið hevði ver­ið, at okk­ara kosnu menn og kvinn­ur komu til eina semju í stjórn­ar­mál­i­num, so kreft­ir­nar ikki vórðu brúkt­ar meira til fjant og fjas um hetta mál, sum onga leið før­ir.

– Tá tit ikki vilja loysa hetta mál­ið, so lat­ið tað held­ur liggja og far­ið til ar­beið­is við onkr­um skilabetri.
Men harra Høgni Hoydal og Ják­up Mikk­el­sen, vísið nú, um stirðil er í tykk­um: Tí um tit ikki loysa mál­ið nú, so fara tit at rópa út í tóman heim restina av politisku ævi tykk­ara!