Oddadysturin framskundaður

Oddadysturin millum Víking og NSÍ í Effo-deildini verður leiktur fyrr enn ætlað

Dysturin millum Víking og NSÍ, sum eftir røttum skuldi vera tann 27. august er framskundaður. Hann verður ístaðin leiktur tann 12. august, sum altso er komandi mikukvøld.

 

Orsøkin til at dysturin er framskundaður er, at Víkingur og NSÍ skulu spæla steypafinalu á Tórsvølli tann 29. august.

 

NSÍ hevur sostatt tvey verulig oddabrak fyri framman. Sunnudagin skulu teir í Gundadal at spæla móti oddaliðnum, B36, meðan teir mikukvøldið skulu til Gøtu at spæla ímóti einum av hinum oddaliðunum, Víkingi.