Tað verður oddadystur í Klaksvík, tá klaksvíkingar fáa vitjan av B36 seinnapartin.
Víkingur vann seg upp á oddasessin í gjár. Næstu liðini í røðini eru B36 og KÍ.
Høgni Eysturoy sigur við heimasíðuna hjá B36, at teir eru fyrireikaðir at spæla á graslíkinum í Klaksvík, sum ofta tekur ferðina av spælinum.
Tað er altíð torført at spæla á teimum svørtu grasteppunum kring landið. Um vøllurin er turrur, ferðast bólturin seint. Bólturin er sjáldan á jørðini, men mest uppi í luftini. Tað eru vit fyrireikaðir uppá, sigur hann.
Dysturin millum KÍ og B36 byrjar klokkan 15.00.
EB/Streymur í Havn
HB skal hava trý stig seinnapartin, um verandi føroyameistararnir ikki skulu missa sambandið við ovastu liðini fyribils. HB hevur mist fleiri stig fyrstu fimm landskappingardystirnar. Treytirnar er tískil einfaldar.
EB/Streymur vitjar í Gundadali seinnapartin. Sundalagsmenn vunnu greitt í Runavík mikudagin. Spurningurin er, um liðið fer at kenna møðina móti HB, sum hevur havt frí.
Dysturin byrjar klokkan 15.00.
Bárður í málinum
37 ára gamli Bárður Johannesen skal fyri fyrstu ferð verja málið hjá 07 Vestur, tá uppflytararnir vitja við Løkin í Runavík í dag. Hann loysir av Hans Jørgensen, sum er skaddur. Vágamenn vístu síðsta vikuskiftið, at teir kunnu standa seg móti teimum bestu á útivølli. Teir fóru til hús við einum stigi í skjáttuni eftir vitjanin í Norðagøtu.
NSÍ hevur skavað sær 10 stig saman fyrstu fimm landskappingardystirnar. 07 Vestur hevur tvey stig og skal hava umleið 24 stig fyri at røkka málinum, sum er at varðveita sætið í deildini.
ÍF er stórfavorittur
B71 hevur snøgt sagt ikki prógvað, at liðið hevur uppiborið pláss í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Verjumúrurin er rapaður, og sandoyingar hava tapt stórt. B71 hevur framvegis einki stig, og teir er heldur ikki favorittur at vinna dystin í Fuglafirði í dag.
ÍF hevur staðið seg væl seinastu dystirnar. Fuglfirðingar fingu eitt stig burtur úr útidystinum móti B36, vunnu 3-0 á HB á heimavølli, og vunnu seg víðari úr fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið við knúsandi 7-1 sigri á AB.
Dysturin millum ÍF og B71 byrjar klokkan 15.00.