Oddadystur í FTZ-deildini á skránni

Tey fremstu liðini í manskappingini hjá monnum í hondbólti hittast í Hoyvík í kvøld.

Ein dystur verður spældur í FTZ-deildini hjá monnum hendan leygardagin 19. mars. Talan er um ein dyst av tí meira spennandi slagnum, tí at liðini, ið bresta saman, eru nummar eitt og tvey á stigatalvuni, H71 og VÍF.

 

H71 hevur longu tryggjað sær finalupláss, meðan VÍF er væl ávegis at tryggja sær hitt finaluplássið. Undan dystinum eru tað fimm stig, ið skilja liðini. Sum so hevur H71 bara fremsta plássið í landskappingini, ið viðførir fyrimunir til finaludystirnar, at spæla fyri, meðan VÍF enn manglar nøkur stig á kontuna, áðrenn finaluplássið hjá vestmenningum er tryggjað.

 

Undan dystinum í dag sær stigatalvan í FTZ-deildini soleiðis út:

 

1. H71 - 33 stig

2. VÍF - 28 stig

3. Kyndil - 23 stig

4. KÍF - 22 stig

5. StÍF - 18 stig

6. Neistin - 14 stig

7. Team Klaksvík - 0 stig

 

Í hesum vikuskiftinum verða tveir aðrir dystir somuleiðis spældir í FTZ-deildini. Hesir dystir blíva spældir í morgin, tá ið Kyndil á heimavølli tekur ímóti StÍF, meðan KÍF og Team Klaksvík hittast í Kollafirði.

 

Dysturin ímillum H71 og VÍF byrjar klokkan 18 í kvøld.