Oddadystur í Havn

Hagtølini eru í parti við HB, tá oddadystur verður í Gundadali fríggjadagin

 

HB-GÍ:


Upptakt


Seinastu fimm ferðirnar GÍ hevur vitjað HB í landskappingardysti, hevur heimaliðið vunnið sær trý stig. Stendur tað til HB leikararnar, er einki at ivast í, at hetta eisini er ætlanin hesa ferð.

Allan Mørkøre, sum ikki var við móti KÍ fyri viku síðani, ivast í øllum førum ikki, tá vit spyrja hann um týdningin av dystinum. Eis

- Hetta verður eitt hart vikuskifti, men vit taka fríggjadagin fyrst, og her er kravið ein sigur. Á heimavølli skal mann fáa trý stig hvørja ferð, um mann ætlar sær at verða føroyameistari, er ivaleysa svarið, sum vit fáa upp á spurningin.

Við einum hørðum vikuskifti meinar Allan við, at HB longu sunnudagin skal royna seg móti grannunum úr B36, og strævna skráin var eisini orsøkin til, at Allan varð spardur seinast.

- Eg hevði helst kunnað spælt, men í longdini er tað helst betri, at eg varð spardur. Hesa vikuna havi eg so vant við fullari ferð, og eg merki einki til skaðan, sum hevur argað seinastu vikurnar, sigur Allan, sum annars sigur seg halda, at allir leikarar hjá HB eru tøkir til dystin.


Hugsa ikki um hagtølini

Hóast hagtølini, sum nevnt, eru í parti við HB, so tykist hetta tó ikki vera nakað, sum nervar gøtumenninar undan ferðini til høvuðsstaðin.

Magni Jarnskor, liðskipari hjá GÍ, heldur í øllum førum ikki, at hetta er nakað, sum teir kunnu nýta til nakað sum helst.

- Vit mugu hugsa um uppgávuna, sum vit hava fríggjadagin. Hinar dystirnar fáa vit einki gjørt við, so tað kann gera tað sama, heldur hann.

Einasta ivamálið hjá gøtumonnum er, hvørt pólverski miðvallarin, Zdzislaw Janik, verður tøkur til dystin. Hann varð spardur móti EB/Streymi sunnudagin, og hevur síðani fingið viðgerð fyri ein smávegis skaða í tjúkkanum.

Um vónirnar fyri dystin heldur Magni, at tað hjá teimum fyrst og fremst ræður um ikki at fara tómhentir til húsa.

- Vit hava eitt stig við okkum á vøllin, og tað ætla vit at halda. Kunnu vit so taka øll trý, hevði tað verið ótrúliga gott, men tað verður so undir øllum umstøðum ein sera trupul uppgáva, sigur Magni Jarnskor at enda.