Oddadystur í Gøtu

Mest áhugaverdi dysturin í 1. deild hetta vikuskifti er óivað dysturin í Gøtu millum oddaliðið GÍ og næstfremsta liðið B36.

Upptakt

Bæði liðini vóru heldur óvæntað sligin út, tá ið fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vóru leiktar seinasta vikuskifti, og tí eru tað tvey lið, ið skulu reisast, ið fara á vøllin í Gøtu sunnudagin.

Profilar aftur á liðnum hjá B36
Gøtumenn hava allar sínar mans klárar til dystin sunnudagin, og teir ætla at leggja nógv fyri, so at teir framvegis hava fult stigtal, tá ið triðja leikumfar er farið aftur um bak. Súni Olsen, landsliðsleikari í GÍ, sigur, at gøtumenn hava koyrt dystin móti NSÍ seinasta leygardag í gloymibókina, og nú verður bara hugt frameftir.
Hjá havnarliðnum eru góð tíðindi at frætta. Tríggir av mest markantu profilunum í hópinum eru farnir undir venjingina aftur, eftir at hava verið skaddir. Talan er um landsliðsleikaran Johannus Joensen, og teir báðar fyrrverandi landsliðsleikararnar, Jens Kristian Hansen og Allan Mørkøre. Hetta eru óivað góð tíðindi fyri B36-venjaran, Jóannes Jakobsen, sum tó má verða teir báðar, Niels Joensen og Klæmint Matras, fyriuttan, tí teir eru skaddir. Tað er eisini ivasamt, hvørjir av teimum trimum oman fyri nenvdu profilunum hjá B36 verða við í hópinum til dystin í Gøtu sunnudagin.
Dystirnir millum GÍ og B36 í Gøtu eru tiltiknir undirhaldandi dystir við nógvum málum og kontantum nærdystum, og uttan iva verða tað ein stór áskoðarafjøld til dystin.