Oddaliðini í meistardeildini hjá monnum møtast í kvøld klokkan 19,30 í Stórhøllini á Hálsi.
Orsakað av landsdystum í U 19 og U 17 bólkinum hevur landskappingin ligið still, men í kvøld verður byrjað aftur, tá Fleyr og Mjølnir møtast í Havn.
Bæði liðini hava í ár styrkt seg við útlendskum leikarum, sum eisini eru venjarar hjá liðunum, og tí verður spenningur um, hvat av liðunum leggur seg á odda í kappingini eftir dystin.
Fleyr hevur spælt tveir dystir, harav teir hava vunnið 3-0 ímóti ÍF, men taptu 3-2 ímóti SÍ, meðan Mjølnir hevur vunnið báðar sínar dystir ávikavist 3-1 og 3-0 ímóti ÍF og SÍ.
Støðan í landskappingini er, at Mjølnir hevur seks stig, Fleyr hevur fýra, SÍ 2 og ÍF einki stig. Øll liðini hava spælt tveir dystir.