Ein dystur er leygardagin, tá H71 tekur móti Neistanum. Verður hesin dysturin nakað líknandi tí í steypakappingini í vikuni, so verður talan um ein javnan og spennandi dyst. Fyri H71 er týdningarmikið at vinna fyri at halda fast í hinum liðnum, sum ætla sær í FM finalurnar.
Í Kollafirði fær oddaliðið vitjan av Kyndli, sum somuleiðis er ein endurtøka av fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Her vann KÍF greitt, og skal Kyndil gera sær nakrar vónir um at vinna dystin, so mugu teir koma betri frá byrjan enn mikukvøldið.
Í Vestmanna skal VÍF reisa seg aftur, eftir fleiri minni góð úrslit í landskappingini. Mótstøðan er StÍF, sum er í einum góðum stima og ætlar sær somuleiðis í FM finaluna.
Í fremstu deild hjá kvinnum er eisini tríggir dystir. VÍF/Tjaldur fær vitjan av StÍF leygardagin, meðan tveir dystir verða sunnudagin. Stjørnan fær vitjan av Neistanum, meðan Kyndil skal suður at spæla móti VB.
Neistin er framvegis einaráðandi, mean Kyndil hevur góð kort á hondini, men megnar VB og VÍF/Tjaldur at vinna, so kann tað blíva spennandi aftur.
Atlantic Airways deildin:
Leygardagin 12. jan
H71 - Neistin 18.00
Sunnudagin 13. jan
VÍF – StÍF 16.00 (Beinleiðis á Rás2)
KÍF – Kyndil 16.00 (Beinleiðis á Rás2)
Fremsta deild kvinnur:
Leygardagin 12. jan
VÍF/Tjaldur – StÍF 14.30 (Høllini í Runavík)
Sunnudagin 13. jan
VB - Kyndil 15.00
Stjørnan – Neistin 16.00
Flogbóltur:
Eik ligan kvinnur:
Leygardagin 12. jan
Mjølnir – Dráttur 14.00
KÍF – Ternan 17.00
Sunnudagin 13. jan
TB – SÍ 14.00
Fleyr – ÍF 15.00
Eik ligan menn:
Leygardagin 12. jan
Mjølnir – ÍF










