Hondbóltur
Seinastu vikurnar hevur Neistin veruliga funnið FM-stevið aftur, og saman við VÍF eru teir á odda í bestu mansdeildini í hondbólti.
Tí mugu teir bláu uttan iva roknast sum favorittar, tá teir taka móti VÍF, sum fram til seinasta umfarið var einsamalt oddalið, men sum fekk ein ordans frammaná, tá teir á heimavølli tóku ímóti H71.
Júst tann sigurin gav eisini H71 møguleika at ota seg nærri oddinum, og teir eru uttan iva til reiðar at taka av, tá Kyndil kemur á vitjan í Hoyvík sunnudagin.
Seinasti dysturin hetta umfarið er á Skála, har StÍF tekur ímóti KÍF. StÍF hevur seinastu umførini av álvara mist sambandið upp til oddin, og so er spurningurin, um teir kunnu rætta skútuna nakað, nú KÍF, sum er aftast í deildini, vitjar.