Oddabrak millum grannar

Kvinnurnar hjá Neistanum og Kyndli spæla oddadyst í Hvonn-deildini í dag

Tað er lagt upp til satt brak á Hálsi í dag, tá kvinnuliðini hjá Neistanum og Kyndli tørna saman.

 

Neistin er framvegis oddalið í deildini, men tað er av álvara farið at treingjast í tætta oddastríðnum.

 

Í gjár vann VB tryggan sigur á Søljuni, og tær eru bara eitt stig aftan fyri Neistan. Tað sama er Kyndil, sum sostatt kann taka oddasessin, um tær vinna dystin í dag. Og bara eitt stig aftan fyri Kyndil og VB er VÍF, sum í dag spælir á útivølli móti Stjørnuni.

 

Dysturin í Havn byrjar klokkan 14.30. Í Klaksvík verður fyrsta bríkslið klokkan 15.00.