Oddabrak í Manchester í kvøld

Nú bara trý umfør eru eftir at leika í Premier League, hittast greiðu oddaliðini úr Manchester, United og City, í einum sera týðandi dysti á Etihad Stadium í kvøld.

 

Manchester United er á odda við 83 stigum, men bara trý stig aftanfyri er júst Manchester City, sum seinasta vikuskifti tók seg inn á United og í kvøld hevur møguleikan at leggja seg undir liðina á grannafelagnum.

 

Hjá Manchester City er Mario Balotelli við aftur eftir at hava sitið tríggjar dagar leikbann av sær, men tað verður ikki roknað við, at hann byrjar á vøllinum. City-venjarin, Roberto Mancini, kann eisini fegnast um, at Micah Richards aftur er klárur og helst verður at síggja á vøllinum í kvøld.

 

Manchester United-hópurin líður ikki undir nøkrum nýggjum skaðum og hevur somu leikarar tøkar, sum hava verið tað seinastu dystirnar.

 

Vit hava Trónd Arge við okkum á Etihad Stadium í kvøld, haðani hann ger ein øðrvísi samandrátt til Sosialin mikudagin.

 

Dysturin byrjar kl.20 og flestu føroyingar síggja hann beinleiðis á 6'aranum.