Oddabrak í kvøld

- Hetta er ein finala fyri okkum, tí vit eru 9 stig aftanfyri NSÍ og skulu helst vinna í kvøld, sigu Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi.

 

Fyrri dysturin millum liðini bæði endaði við 2-1 sigri til NSÍ. Tá skoraði Christian Høgni Jacobsen bæði málini fyri NSÍ. NSÍ hevur eisini skorað flest mál í Vodafonedeildini í ár.

 

- Vit skulu fyrst og fremst hava bilbukt við Christian Høgna, so eru vit komin langt, men teir hava fleiri góðar leikarar, sigur Heðin Askam um at steðga NSÍ.

 

NSÍ liggur 9 stig frammanfyri EB/Streymi á 3. Plássi. Men hóast teir eru langt frammanfyri hini, so eru teir í Runavík ikki sinnaðir at sleppa speedarinum.

 

- Vit eru á heimavølli og vit hugsa fyrst og fremst um at vinna, sigur Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ, tá hann var spurdur um hann kundi brúka eitt stig til nakað.

 

Heðin Askham vil eisini hava meir enn tað eina stigi í kvøld. Spurdur um hann hevði selt dystin í kvøld fyri eitt stig svara hann:

 

- Nei, tað hevði eg ikki!

 

Sostatt er lagt upp til eina oddauppgerð við tveimum liðnum, ið ongan hug hava at leggja kongin og vilja vinna. Dysturin byrjar kl 18.30