Tað líkist einum dysti hjá verjandi meistarunum móti teimum komandi, tá Dráttur fer á Kambsdal sunnudagin. ÍF hevur fyri tað nógva verið oddalið í kvinnudeildini, og fram til mikukvøldið tóktust tær sita sera tungt á oddasessinum. Tapið fyri KÍF hevur tó aftur lagt trýst á, og tí er ein sigur avgerandi neyðugur sunnudagin. Týdningurin fyri Drátt er tó eisini sera stórur, og tí fara báðir partar uttan iva at gera alt, sum stendur í teirra makt, til tess at vinna dystin.