Atletico Madrid og FC Barcelona eru tvey tey fremstu liðini í Spania. Tey hava 49 stig hvør, men Barcelona hevur eina betri málúrtøku. Í La Liga telja innanhýsis dystir meiri enn málúrtøkan, so um ikki báðir dystirnir millum feløgini endan við eins javnleiki, so hevur málúrtøkan einki at siga í samlaðu støðuni. Tí kann dysturin í kvøld geva ein týdningarmiklan fyrimun í stríðnum um at vinna spanska meistaraheitið.
Atletico Madrid hevur tikið tey flestu flestu á bóli hetta kappingarárið. Liðið hevur sum tað fyrsta í longri tíð bjóðað teimum báðum stóru feløgunum, FC Barcelona og Real Madrid, av í kappingin um at vinna La Liga.
Venjari er argentinski Diego Simeone, sum á sinni gjørdist umstríddur, tá hann heldur lættliga datt, tá David Beckham sparkaði eftir honum í dystinum millum Argentina og Onglandi í HM endaspælinum í 1998. David Beckham fekk reytt og Argentina vann upp á brotssparks kapping.
Í so máta nýtti Diego Simeone allar snildir fyri at vinna á David Beckham og Onglandi. Nakað soleiðis kann Diego Simeone eisini lýsast sum venjari hjá Atletico Madrid. Tað skal ikki altíð síggja so flott út, og tað er ikki avgerandi um liðið bóltin mest. Avgerandi er um liðið vinnur.
Undan dystinum hava viðmekrjarar víst á, at meðan Barcelona ikki klárar seg uttan bóltin, so hevur Atletico Madrid ongar trupulleikar at spæla uttan at hava bóltin. Tøl frá Opta vísa, at Atletico Madrid er tað liðið í La Liga, sum í ár hevur havt flest taklingar í ár. Hetta er ein staðfesting av, at Atletico Madrid hevur styrkina í at steðga mótstøðuliðnum í at koma til vandastøður.
Tað er heldur óvanligt, at liðini, ið gera flest taklingar liggja í oddinum. Víst verður millum annað á, at tey liðini í hinum fýra stóru landskappingunum í Evropa sum gera flest taklingar eru Werder Bremen úr Týsklandi(Nummar 11), Toulouse úr Fraklandi(Nummar 11), Parma úr Italia(Nummar 9) og Crystal Palace úr Onglandi(Nummar 18).
Báðir áleyparnir arbeiða hart og vengirnir, Koke og Arda Turan, arbeiða inn í vøllin, so mótstøðu liðini ikki kunnu spæla upp gjøgnum miðvøllin. Samstundis arbeiðir liðið hart, tá mótstøðuliðið skiftir síðu, soleiðis at tað mangan eru tveir Atletico spælarar móti vonginum hjá mótstøðuliðnum.
Tá Atletico so fær bóltin, so gongur skjótt. Í Diego Costa hevur felagið toppskjúttan í La Liga í ár við 18 málum. Afturat at sær hevur hann David Villa, sum er keyptur úr júst Barcelona. Diego Costa er stórur og sterkur, og er óiva besti áleyparin í La Liga í løtuni.
Mótsetningar
Tiki-taka spælið hjá Barcelona er væl kent eftirhondini. Teir spæla bóltin rund við nógvum stuttum og skjótum avlevringum. Brádliga seta teir ferð á, og royna at spæla seg framvið verjuni hjá mótstøðuliðnum.
At halda upp á bóltin er alt avgerandi og tað er sjálvsamt, at Barcelona ikki heur bóltin meiri enn mótstøðuliðið. eftir øllum at døma, so verður tað eisini tilfeldið í kvøld, um liðini halda fast í spælistílinum, sum liðini hava spælt higartil.
Tí er talan um tvey lið, sum spæla sera ymiskan fótbólt, sum vit koma at síggja í kvøld. Fyri Barcelona kemur tað væl við, at Lionel Messi er tøkur aftur eftir skaða. Hann skoraði tvær ferðir móti Getafe í Copa del Rey dystinum fyri kortum.
Seinst liðini spældu var í teimum báðum Super Cup dystunum fyrst í kappingarárinum, Tá endaðu báðir dystirnir við javnleiki, men Barcelona vann samanlagt, tí teir skoraði eitt mál á útivølli. Dystirnir endaðu 1-1 í Madrid og 0-0 í Barcelona.
Oddabrakið millum Atletico Madrid og FC Barcelona verður í kvøld klokkan 19.
Møguligar liðuppstillingar:
Atletico Madrid: (4-4-2)
Courtios – Juanfran, Miranda, Godín, Felipe Luis – Koke, Tiago, Gabi, Arda Turan – Diego Costa og David Villa
Barcelona: (4-3-3)
Valdés – Alves, Pique, Mascherano, Alba – Busquets, Xavi, Iniesta – Neymar, Sanchez, Messi
Keldir: