Oddabrak í Klaksvík

Størsti dysturin í 8 umfari verður í Klaksvík, tá oddaliðini KÍ og B36 bresta saman.

Tað er gott lag í báðum legum, nú KÍ og B36 fyrireika seg til fyrsta veruliga oddabrakið í Effo-deildini í ár. 

 

B36 hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá Effo-deildina, har teir við framúr góðum og skjótum álopsspæli hava gjørt um seg. Serliga hevur Róaldur Jakobsen verið sjónligur á B36 liðnum higartil í kappingini.

 

KÍ hevur eisini fingið eina góða byrjan uppá landskappingina. Liðið hevur fingið 13 stig av 21 møguligum og er tað avgjørt góðkent í Klaksvík, tá hugsað verður um, hvussu árið í fjør hilnaðist. 

 

Bæði liðini hava mestsum allar leikarar tøkar til dystin í dag. Einasti leikari, ið við vissu ikki kemur á vøllin, er klaksvíkingurin á B36 liðnum, Símun Joensen, ið er úti við einum knæskaða. Tað er enn ikki greitt, hvussu drúgvur skaðin hjá Símun er. 

 

Eiler Rasmussen dømir dystin í Klaksvík í dag, ið byrjar klokkan 15:00.