Hóast tað nú eru nærum tvær vikur síðani, at Áki Mørk fekk reytt kort í dysti móti StÍF, so vita teir í Neistanum enn ikki, hvørt talan verður um longt leikbann fyri hansara viðkomandi.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Broyttur hugburður
Tá vit hóskvøldið tosaðu við Kára Horn, sum umframt at spæla við besta mansliðnum eisini er samskipari hjá felagnum, segði hann, at teir enn einki vistu um, hvørt Áki var tøkur til dystin leygardagin.
- Men í aðrar mátar eru vit so væl fyri, sum tað nú eina ferð ber til. Helgi Michelsen er framvegis úti, eftir at hann fekk harpiks í eygað, men skaðar gera ikki um seg annars, sigur hann.
Og hann tykist ikki ivast í, at tað skal bera til hjá Neistanum at endurtaka sigurin á VÍF.
- Tað eru vit noyddir til, um vit skulu fylgja við. Vit halda okkum eisini vera sera væl koyrandi, og sjálvt um tú altíð skalt rokna við VÍF, so eru fólk eisini farin at rokna eitt sindur meira við okkum, enn tey hava gjørt. Og tað er nú ikki so galið, sigur hann.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Mugu skjóta betri
Sigurin hjá Neistanum í Vestmanna er einasta tapið, sum VÍF hevur verið fyri hetta kappingarárið, og tað er nakað, sum teir gulu vilja hevna. Eisini hóast tað kann verða trupult.
- Tað hevur gingið væl seinastu dystirnar, og tað er ein gongd, sum vit vilja halda fast um. Hinvegin høvdu teir greitt takið á okkum í fyrra dystinum, so eg haldi á ongan hátt, at vit eru favorittar, sigur Ingi Olsen.
Men hvat skulu tit so gera øðrvísi hesaferð?
- Fyrst og fremst skal verjuspælið betrast, og so mugu vit ansa eftir hasum málmanninum hjá teimum. Hann tók nógv seinast, og tá teir tykjast orka betri, so kostar tað sera nógv, um vit ikki skjóta betri enn tað sama, sigur Ingi.
Hann leggur afturat, at VÍF er fullmannað til dystin.