B36 hevur staðið seg væl í fyrstu umførunum av Formuladeildini. Liðið hevur spælt tvær ferðir á útivølli og hevur vunnið báðar dystirnar.
Nú skal B36 spæla heima í Gundadali fyri fyrstu ferð í ár, ogg teir ætla so avgjørt ikki, at støðan skal vera nakað verri eftir dystin skírisdag, skilst. Til endamálið hevur venjarin, Sigfríður Clementsen, allar sínar menn tøkar.
Tað hevur Tony Paris ikki hjá klaksvíkingunum. Paul Clapson fekk reytt kort, tá KÍ spældi móti Skála seinasta vikuskifti, og tí er hann leikbannaður. Hartil hevur í vikuni verið ivamál um Hjalgrím Elttør og Ova Nysted, sum hava havt smærri snuddir at dragast við, men teir sigast báðir vera til reiðar at halda fast um góðu gongdina, sum higartil hevur tryggjað KÍ fýra stig í tveimum truplum dystum.









