– Tað kennist gott at liggja fremst, bæði fyri okkum og fyri fuglfirðingar. Eg vil ikki siga at tað er fótbóltsfebur í Fuglafirði, men vit merkja at fólk eru við at gerast spent, sigur Ábrham Løkin.
Tá liðini hittust í fyrsta umfari í landskappingini í ár í Runavík, bríkslaði dómarin dystin av aftaná 18 minuttir vegna kava. Tá var NSÍ á odda 1-0. Í umdystinum vann ÍF 2-1
– Vit hildu tað var ein óheppin avgerð tá, men tað er ikki nakað vit fáa brúkt til nakað nú, hvørki positivt ella negativit. Vit hava lagt handan dystin aftur um okkum og hugsa ikki meir um tað, sigur Pauli Poulsen venjari hjá NSÍ.
Í Fuglafirði hava tey eisini sína meining um dystin í fyrsta umfari.
– Vit hava ongan dyst tapt uppá 18 minuttir. Vit vóru aftanfyri uppá eitt sjálvsamt mál, har hjálpardómarin koyrir flaggið upp og okkara menn steðga. Dómarin dømir einki og NSÍ heldur áfram og skorar. Vit kunnu ikki brúka tann dystin til nakað. Vit høvdu spælið og teir skoraðu. Vit hava bara tapt ein dyst í ár og hann var í 93.minuttir. Eg kann ikki ímynda mær at teir koma her fyri at hevna tann dystin. Teir koma her fyri at vinna, sigur Ábrham Løkin.
NSÍ hevur vunnið teir seinastu fimm landskappingardystirnar.
– Vit hava havt nakrar góðar venjingar í vikuni og vit hava hvørki skaðar ella leikbann. Vit koma við øllum sum vit hava, sigur Pauli Poulsen.
ÍF hevur vunnið fýra teir seinastu dystirnar í landskappingini.
– Eg eri væl fyrireikaður. Eg havi sæð nakað av NSÍ í ár og so havi eg eisini fløgur av dystum hjá teimum. Eg kenni eisini teirra spælarar væl, tí eg havi vant og fylgt teimum í nógv ár. Tí veit eg eisini at tað er eitt sterkt lið vit møta. Høgni Zachariassen og Rógvi Jacobsen eru skaddir og so hava vit nakrar smáskaðar, sigur Ábrham Løkin at enda.