Oddabrak í dag

Talan verður um oddadyst í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har Neistin tekur móti VÍF.

Vestmenningar hava fyri tað mesta verið einsamallir á odda, men tá teir taptu móti H71 seinast, nýtti Neistin høvið til at leggja seg ájavnt teimum gulu.

Í Hoyvíkarhøllini ætlar H71 sær uttan iva at gera sær dælt, nú Neistin og VÍF dystast, og móti Kyndli er eingin ivi um, at H71 er greiður favorittur.

Seinasti dysturin í dag er á Skála, har StÍF tekur móti KÍF, sum undan dystinum er aftast.

 

Allir dystirnir í Atlantic Airways-kappingini í dag byrja klokkan 16.