Oddabrak á Argjum

Tað var spenningur til seinasta bríksl í bæði landskappingini og steypakappingini hjá kvinnunum í fjør. Í báðum førum stóð kappingini ímillum KÍ og AB. Í dag bresta liðini saman fyri triðju ferð í ár. KÍ hevur vunnið báðar teir fyrstu dystirnar, sum báðir hava verið leiktir í Klaksvík. Í landskappingini vunnu tær 3-0 og í steypakappingini 3-1.

 

KÍ kvinnurnar liggur á einum fyrsta plássi í bestu kvinnudeildini við fullum stigatali fyri seks dystir. AB liggur á einum øðrum plássi við 15 stigum fyri sjey dystir.

 

Í Gøtu tekur víkingur ímóti EB/Streymi, meðan Skála fær vitjan av MB.

 

1.deild kvnnur:

 

AB - KÍ Kl. 13.00

Skála ? MB 14.00

Víkingur ? EB/Streymur 12.30