kvinnuflogbóltur
Tað er kanska eitt sindur spell, men longu fyrsta umfarið í endaspælinum hittast tey bæði sterkastu kvinnuliðini í landinum, tá TB vitjar ÍF. Júst ÍF er við tveimum sigrum einasta liðið, sum hevur tikið stig frá TB, og spennandi verður at vita, hvørt tær eru førar fyri at endurtaka hetta, ella um TB veruliga er so væl fyri, sum úrslitini seinastu vikurnar hava bent á. Ger tær tað, so kann tað væl vera, at tær eru ov sterkar hjá ÍF, men hinvegin er støðan ikki heilt ólík teirri, tá ÍF vitjaði
Í Hoyvíkarhøllini ætlar Mjølnir sær ivaleyst at vinna seg upp á annað plássið. Við einum sigri á KÍF far tær fram um taparan av dystinum á Kambsdali, og lítið er at ivast í, at á pappírinum eigur hetta at vera ein avgreiðsluspurningur fyri klaksvíkskvinnurnar.
Seinasti dysturin verður á Giljanesi har Fleyr kemur á vitjan, og her er lítið at ivast í, at Dráttur tekur stigini. Tað er eisini neyðugt, tí vágakvinnurnar hava í ov nógvum førum verið eitt vet ov stuttar í grundspælinum, og skulu tær nú gera seg galdandi, skal mest sum hvør dystur vinnast.