Talan er um bæði 1500 metrar frí, 800 metrar frí og 400 metrar frí. Eitt ótrúligt bragd av tí blaðunga vágbinginum, og venjara hansara, Jón Bjarnasyni. Og fara vit í Miðlahúsinum at senda eina tøkk og størstu lukkuynski til Pál Joensen og Jón Bjarnason. Tað hevur verið ein æra og forrættur hjá Miðlahúsinum at sleppa at dekka evropeisku juniorkappingina í svimjing. Eisini ein heilsan og tøkk til Kára á Høvdanum, sum setti fleiri føroysk met, og venjara hansara, Petur Heðin á Fløtti.
Hini londini standa ovfarin og undrandi og spyrja, hvussu ein pinkutjóð kann hava ein svimjara, sum í suverenum stíli vinnur 3 gullheiðursmerki, eisini sæð í ljósinum av, at henda sama tjóðin ikki hevur nakran 50 metrar svimjihyl. Grundarlagið aftanfyri glæsuligu úrslitini hjá Páli, og góðu úrslitini hjá Kára er at finna í svimjihyljum, sum eru 25 metrar og niður í 16,6 metrar. Og talan er um kommunalar hyljar og skúlahyljar, sum svimjifeløgini ikki hava nakran ræðisrætt yvir. Tíðin má verða komin, at svimjarar okkara, sum hava vunnið okkum so nógvan sóma og æru fáa veruligar karmar at virka undir. Lands- og kommunalir politikkarar mugu ikki bara standa og rósa avrikunum hjá okkara framúrskarandi svimjarum, men eisini bera so í bandið, at hesi stóru talentini veruliga fáa altjóða karmar at virka undir. Ein 50 metra svimjihylur hevði eisini kunnað fyrireikað svimjarnar betri til altjóða kappingar. Ein slíkur svimjihylur hevði eisini givið karmar, sum høvdu kunnað framalt enn fleiri stór talent. Tí eigur og má tað verða ein málsetningur, at Føroyar hava ein 50 metra altjóða svimjihyl innan fá ár. Ein slíkur hylur við áskoðaraplássum og venjingarumstøðum hevði eisini opnað fyri møguleikanum, at fleiri stórar altjóða kappingar kundu verið hildnar í Føroyum, so svimjikappar, sum Pál og Kári kundu oftari verið á heima”vølli”.
Tíðin er eisini búgvin til at vit taka eitt kjak um týdningin at geva starvslønir ella legat til okkara størstu ítróttartalent innan tær ymisku greinarnar, so hesi veruliga fáa satsað fult í ungdómsárum sínum. Tí betri og virðiligari umboð og betri branding fáa vit ikki sum tjóð. Lat okkum veruliga vísa í verki, at vit fegnast um tað gull tey bera heim til okkum.
Sosialurin