Odda­sessurin ongan veg

ÍF er aftur í vetur í einum klassa fyri seg, og so stendur kappingin annars millum Fleyr og SÍ um at koma í FM-finalurnar ímóti ÍF

Nú níggju umfør eru far­in av kappingini í Eik-lig­uni hjá monnum, er tað fram­vegis ikki ein spurn­ing­ur, um ÍF verður annar FM-finalisturin, men heldur bara, hvør slepp­ur at spæla ímóti ÍF í final­unum. Sum er, er ÍF fimm stig framman fyri Fleyr og sjey stig framman fyri SÍ, sum eru liðini, ið kappast um at sleppa at spæla finalurnar.
At munurin niður til tey bæði liðini ikki er størri, kemst av, at ÍF hev­ur mist stig fyri ein dyst, har spæl­ari uttan spæli­loyvi varð brúktur. Vóru tey stig­ini ikki farin, er einki sum helst at ivast í, at ÍF bara var uppaftur meira sann­førandi á odda í bestu mans­deildini.
Leygar­dagin var nummar tvey, Fleyr, og vitjaði oddaliðið í ítróttar­høll­ini á Kambsdali, men tað bleiv ikki nógv annað enn ein styrki­demon­stratión frá fuglfirðingum, ið vunnu 3-0. Serliga tey bæði fyrstu settini koyrdi tað væl hjá ÍF, og sjálvt um Fleyr leingi hevði fatur í longra endanum í triðja setti, kom ÍF afturíaftur og vann eisini tað.
Hin mansdysturin um vikuskiftið var í Sørvági, at SÍ tók ímóti Mjølni, og eis­ini har endaði tað við 3-0 sigri. Men har var mun­urin ikki so stórur, tí Mjølnir megnaði væl at býta frá sær, uttan tó at fáa nakað sett, hóast lítið restaði í í teimum báðum síðstu.