Leygardagin vann Odd Andresen kappingina fyri tey ungu. Fyrr í vikuni varð avgjørt, at hann og Oddmar Nielsen skuldu royna at skjóta saman við teimum vaksnu.
Hetta var ikki nakað Odd Andreasen nakrantíð angraði. Innleiðandi lá Odd á einum sjeynda plássi við 494 stigum, og hetta er ikki at kimsa at.
Tó gjørdist tað alsamt meiri spennandi hjá 14 ára gamla dronginum.
Í fyrsta finaludystinum skeyt Odd ímoti Fríða Andreassen. Odd lá frammanfyri innleiðandi, og var tí ein lítil favorittur til dystin.
Henda leiklut livdi hann eisini upp til, og vann við heili 19 stigum.
Odd og Absalon
Síðani skuldu Odd Andreasen møta Absalon Hansen, sum hevur verið Føroyameistari í nógvum ítróttargreinum, umframt, at hann eigur metið á 18 metrum í bogaskjóting, sum varð longdin sunnudagin.
Við javnari skjóting megnaði Odd at skjóta 101 stig. Hetta plagar ikki at vera nakar trupulleiki hjá Absalon Hansen, men sunnudagin var okkurt, sum ikki vildu sum Absalon, og tá liðugt var, høvdu teir báðir 101 stig.
Síðani skuldi umskjóting til.
Her verður fyrst ein pílu skotin. Fær annars meiri stig enn hin, so er liðugt, men verður javnt, so verður hildið fram einaferð enn. Um tríggir pílar skulu til, so vinnur tann, ið hevur pílin tættast miðjuni.
Í umskjótingini vóru báðir rættiliga trýstir. Við fyrsta pílinum fingu báðir átta stig.
Við næsta pílinum gjørdi Odd skjótt av, men aftur hesaferð fekk hann átta stig. Nú skuldi borið til hjá Absaloni at vunnið, men hann gjørdi sum Odd og fekk sama stigatal.
Nú skuldi seinasti pílurin skjótast. Odd ger skjótt av. Lyftir bogan og sleppur. Níggju.
Hetta setir trýst á Absalon, sum fleiri ferðir avgerð, at taka bogan niður. Tá hann einaferð sleppur, fer pílurin aftur í áttaran.
Sostatt varð Odd Andreasen klárur til hálvfinaluna.
Tapti rest
Í hálvfinaluni møtti hann Anniku Vang. Her gjørdist Odd minni maðurin. Tað var sum luftin var farin úr ballónini, tí nú fekk hann bert 80 stig, og tapti við 18 stigum.
Síðani kom bronsudysturin. Her møtti Odd Eiriki í Jákupsstovu. Eirikur hevur roynt at læra Odd eitt sindur um skjóting í vetur, so Odd var grammur at vinna.
Nú megnaði drongurin at skjóta betri, og fekk 99 stig. Hetta var tó ongantíð nógv mikið, tá Eirikur fekk 102 stig.
Hóast tað ikki gekk so væl hjá Odd, tá hann kom til hálvfinalurnar, so var lítli 14 ára gamli drongurin sera væl nøgdur við kappingina.