Odd Arild Bjellvåg er havnarmaður, men eftirnavnið hevur hann fingið frá norska pápa sínum. Odd Bjellvåg eigur grannskoðaravirkið LÍT, sum liggur á Tinghúsvegnum í Havn.
Odd Arild Bjellvåg hevur verið næstformaður í nevndini fyri Eik Banka, men nú Frithleif Olsen er farin frá sum formaður, hevur Odd tikið við leiðsluni í nevndini, sum skal endurreisa bankan.
Odd Arild Bjellvåg segði á tíðindafundinum fyrrapartin, at hann kendi seg vísan í, at Eik fór at ríða stormin av, og at eingin vandi var fyri pengunum, sum fólk hava standandi í Eik.