Norska felagið Odd Grenland spældi um vikuskiftið venjingardyst í móti Herkules, sum spælir í lægri deild, og Odd Grenland vann dystin 6-2. Odd Grenland stríðist í botninum í norsku tippuliguni, og fyri tveimum vikum síðani setti felagið fyrrverandi KÍ-venjaran Ove Flindt-Bjerg í venjarastarvið. Hann hevur nú tríggjar dystir eftir at bjarga felagnum undan niðurflyting. Næsti dysturin verður avgerandi botndystur ímóti Start.