Bakkafrost keypti fyri nøkrum vikum síðani skotska felagið, og nú hevur Bakkafrost sett Odd Eliasen sum stjóra í skotska felagnum.
Hann tekur við eftir Craig Anderson, sum gevst í stjórasessinum í dag.
Odd Eliasen tekur við stjórastarvinum beinanvegin. Hann heldur eisini fram sum stjóri á Havsbrún.
Tað var í oktober, at Bakkafrost keypti 68,6% av The Scottish Salmon Company. Síðani hevur Bakkafrost keypt meira og eiga nú fleiri og 90 prosent av fyritøkuni.