Fyri tveimum vikum síðani varð boðað frá, at strandfaraskipini nú eisini fóru at sigla jóladag.
Men hetta var eftir øllum at døma ein fráboðan, sum varð gjørd, uttan at sáttmálapartarnir á økinum vóru tiknir upp á ráð.
- Vit gjørdu alt fyri eitt vart við, at jóladagur ikki er partur av sáttmálanum um strandfaraskipini, og síðani hava vit verið í eini tilgongd, har vit hava roynt at finna eina semju um, hvussu hesin dagurin skal samsýnast, sigur Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum.
Lesið eisini: Strandferðslan lamin 1. jóladag
Tað er bert hesin eini dagurin, sum skilir sáttmálapartarnar, men í spurninginum, hvussu hesin dagurin skal samsýnast, sigur Eyðstein Djurhuus, at partarnir standa hampuliga langt frá hvørjum øðrum.
Hartil heldur Eyðstein Djurhuus ógvuliga lítið um, at tað verður proklamerað, at skipini skulu sigla, uttan at sáttmálaviðurskiftini hesum viðvíkjandi eru fingin í rættlag.
- Eg haldi tað í øllum førum vera løgið, at 100 fólk tvær vikur undan jólum fáa boð um, at tey skulu til arbeiðis jóladag. Nakað sum tey ongan tíð fyrr hava skula, staðfestir Eyðstein Djurhuus.