Ikki tí, hendan rættin hevur maðurin. Tað er beinleiðis felt í lógina, at ert tú borgarstjóri, so ert tú undantikin regluni, sum er galdandi fyri øll alemnn starvsfólk, at tey ikki kunn hava meira enn eitt hálvt alment starv við síðuna av tingarbeiðinum.
Tað var als ikki ætlanin, at hetta undantak skuldi gerast. Men borgarstjórar hava eisini stórt vald á tingi, og tá ein ávísur borgarstjóri í Klaksvík helt hetta vera ov strangt krav at seta, so varð hetta broytt í tinginum, so borgarstjórar sleppa undan.
Tí fellir javnstøðustríðskvinnan, Kristianna Winther Poulsen, fyri klædningsmonnunum í gamla sjálvstýrinum. Eitt sindur sigandi soleiðis at tveita eina víðskygda kvinnu við potentiali fyri at vinna flokkinum undirtøku í høvuðsstaðarøkinum á dyr fyri at útvega tveimum monnum valdið og øðrum dupulta løn. Tveir menn, sum uttan iva hava fremst í hyggju at blíva afturvaldir.
Eingin ivi eru um, at klaksvíkingar fylkjast um ein ungan eldhugaðan borgarstjóra, sum býður seg fram sum ein annar Heðin Mortensen at átaka sær allar hugsandi uppgávur.
Serliga um tað eru fólk í Havn, sum halda tað øvugta.
Kári P. Højgaard er í ferð við at gerast martýrur á Skálafjørðinum við at faa í verk ta stóru verkætlan, sum onnur bara hava snakkað um uttan at fáa nakað úrslit burturúr.
Tí er dysturin harður, nú vit nærkast hálvum leiki til næsta val.
At vera borgarstjóri í Klaksvík er ikki nóg mikið at tryggja sær ein tingsess. Men hevur Skorheim fótin innantings – so er sessurin vísur, um ikki tunnilseffektin hjá Kára P. Højgaard lyftir tann eldra sjálvstýraran á hægstu hyll.
Sámal Petur í Grund gjørdist eitt stjørnuskot í 1998, tá hann engdi við Vágatunlinum. Eitt stríð millum tveir lokapatriotar í tveimum sterkum lokaløkjum hjá gamla sjálvstýrinum kann geva atkvøður. Kanska fleiri atkvøður enn í akademiska caffe-latte-umhvørvinum í Havn. Men stríðið stendur ikki um at bjarga gamla sjálvstýrinum. Stríðið verður um, hvør skal hava sessin. Og tað stríðið kann geva ein sess í part!