Oda Wilhelmsdóttir Andreasen skal gera ferðavinnu- og menningarstrategi fyri Vágarnar og Mykines.
Tað er Visit Vágar, Sørvágs kommuna og Vága kommuna, sum í felag hava søkt eftir ferðavinnustrategi, og setanarbólkurin hevði fingið níggju umsóknir, tá umsóknarfreistin var farin 30. mars í ár.
Setanarbólkurin hevði samrøðu við fýra umsøkjarar, og av teimum varð tað Oda Wilhelmsdóttir Andreasen, ið skal stjórna ferðavinnuleistinum har vesturi.
Oda Wilhelmsdóttir Andreasen er 47 ára gomul og hevur drúgvar royndir frá ferðavinnuni. Eisini hevur Oda Wilhelmsdóttir Andreasen egið ferðavinnufelag, GoLocal, ið hon rekur úr Mykinesi.
Oda Wilhelmsdóttir Andreasen byrjar arbeiðið beinavegin.