Oceanic Days

UMMÆLI

 

Bjarni Berg

Konsert í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 31. mars 2000, við Sinfóníuhljómsveit Íslands. Dirigentur: Bernharður Wilkinson, solistur Anna Elisabeth Klett.

Skrá: Galdra Loftur eftir Jón Leifs, klarinett konsert í A-dur K. 622 eftir W.A. Mozart og Oceanic Days, Symfoni nr. 1 eftir Sunleif Rasmussen.


Fyri meg var hetta vikuskiftið serliga hendingaríkt. Frammanfyri stóð vitjanin av íslendska symfoniorkestrinum, bara tað er í sær sjálvum er eitt stórt og serstakt upplivilsi fyri meg.

Forvæntningarnir til konsertina fyri meg og fleiri við mær gingu mest út uppá okkara nýggju og einastu symfoni, sum nú í trý ár hevði ligið tigandi í skuffuni hjá Sunleifi í Taastrup. Restin av skránni varð ikki kunngjørd fyrr enn seinni. Tó hevði eg latið mær fortalt fyri umleið tveimum mánaðum síðani at Anna Klett skuldi vera solistur, og tað gleddi eg meg eisini almikið til.

   Tó tær størstu forvæntningarnar hjá mær vóru symfoni nr. 1 hjá Sunleif ella symfoni nr.1 hjá føroysku tjóðini.

   Hetta bar nakað óbeskriviliga undarligt við sær, at okkum skuldi ognast eina symfoni, sum annars bert tær stóru tjóðirnar úti í verðini megna - eins og ein fremmandur fuglur, sum boðar frá nøkrum nýggjum, men sum eisini kann geva okkum eina kenslu av ótryggleika.

   Men hví ikki ?? Vit hava fyrr brotið upp úr nýggjum. Einaferð var Makedonarin nakað heilt nýtt og áður óroynt, var ikki eisini Sjeyk tað og Atlantic Airways ??!! Jú vit kunna eisini. Vit hava fólk til tað, bara tey fáa møguleikan. Kanska verður fullveldi tað næsta.

   Tað var fleiri ferðir boða frá, at symfoniin skuldi framførast í 1998, í 1999 og so endiliga var veruleikin frumframførsla í 2000.


Symfoniin fyrst

Eg sat sum á nálum og royndi at súgva til mín hvønn tóna, hvørt ljóð, hvørja rørslu og hvørja solo,

har var so nógv at lurta eftir, at ógjørligt var at taka alt til sín eftir eina framførslu.

Eg hoyrdi eitt stórt orkesturverk á altjóða støðið, við einum modernistiskum dámi, sum kann framførast alla staðni í verðini.

   Oceanic Days? Jú, tað passaði. Eg kendi ein dám av at vera á sjónum við at uppliva tær margbroyttu

klangfasadurnar ígjøgnum orkestrið, væl kryddað við percussion, synthesizarum, off stage tónleikarnum og surroundeffektum.

   Eitt sera úttrykksfult verk, ella sum onkur nevndi tað, neoimpressionistiskt.

   Ein nútíðar symfoni hevur ikki tað sama innihald, tematiskt ella melodiskt, sum vit kenna tað frá klassisku ella romantisku tíðini.

   Hvørji symfonisk eyðkenni eru so hjá Sunnleifi? Í hvussu so er eitt stórt symfoniorkestur, tríggjir satsir, gjøgnumført tematikst arbeiði, ein seintgangandi annar satsur og ein dámur av eini finalu ímóti endanum, fyri at nevna nøkur dømi.

   Struktururin í verkinum var fjøltáttaður, stundum einkul homofoniskur, aðrar tíðir polyfoniskur og stundum merktur av surialismu. Stílurin er seinmodernistiskur í tónamálinum, har t.d. dur og moll akkordir gjarna mugu fyrikoma, meðan t.d. tær flestu klangeffektirnar eru vanligar fyri 20-aldar tónleik.

   Tað sum var serstakt og serliga effektfult og væleydnað hesum viðvíkjandi, var surrround effektin, hetta, at ljóðið ferðaðist runt í rúminum. Eisini góvu synthesizaraljóðini tí symfoniska klanginum eina heilt nýggja og effektfulla dimension, umframt lítli smakkurin í triðja satsi av sangi, meðan strúkararnir spældu, var yndisligt og effektfult.

   Modernistiskur tónleikur kann vera ringur at fylgja og skilja, tí vit sum áhoyrarar mangla nøkur elementir í okkara máta at lurta uppá. Eitt tema t.d., helst sangbart, sum vit kunnu fylgja ígjøgnum verkið og sum fyri áhoyrarar ger, at verkið upplivist sum ein heild.

   Symfoniin hjá Sunleif var einki undantak í so máta. Tema, soloir, klangir, effektir so fragmenterað, at ringt er at finna tað, sum bindur verkið saman, ger tað til eina heild. T.d. staðið, har strúkararnir sungu. Tú reageraði bara - meir syngið meir. Nei, bert ein lítlan smakk, so víðari til nakað annað. Tað, sum bant verkið, saman var tað stóra og margbroytiliga klangkanvassið, sum ongantíð var í frið og sum ongantíð gav tær frið..... »fyrr enn tú lást við kai....« endiliga friður.

   Upplýsingar Sunleifs um nýtslu av føroyskum kvæða og sálmaskatti kann tykjast villleiðandi fyri áhoyrararan, sjálvt um hann týðuliga undirstrikar, at føroyska tilfarið ikki beinleiðis kann hoyrast.

   Við hesum upplýsingum í bakhøvdinum, vil áhoyrarin ótilvitað tvinga seg at royna at hoyra kvæði ella sálmasang.

   Fyri meg er verkið avgjørt í altjóða stíli heldur enn føroyskum. Tað ber brá av tí tivandi, óróliga, urbana lívinum. Eins og í verkum eftir italiumannin Bruno Maderna, har spælt verður upp á allar streingir í orkestrinum í víðastu merking, sum Sunleif eisini ger.


Hetta er okkar fyrsta symfoni. Hjartaliga tillukku við tí Sunleif Rasmussen. Tú hevur við hesum verkið sett ein nýggjan dagsordan fyri føroyskt tónasmíð. Nú er bara ein leið fram eftir fyi teg og verandi og komandi føroysk tónaskald, og tað er at ríka enn meira um føroyska tónalist, har eisini stórverk eru ímillum.


Upplivilsi

Á skránni var eisini Galdra-Loftur eftir íslendingin Jón Leifs, sum er sermerkt tónaskald. Hann leitaði eftir einum ramíslendskum tónafalli, sum ikki mátti líkjast nøkrum øðrum í heiminum. Av somu orsøk upplivdi hann fá av sínum verkum framførd í sínum heimalandi. Tey seinnu árini er tó birt nýt lív undir áhugan fyri verkum hansara.

   Tað var eit stórt upplivilsi at hoyra íslendska symfoniorkestrið framføra hetta verk. Tú fekk eina kenslu av, at hetta var teirra egna, og fólk yvirhøvur dámdi hetta verkið sera væl.

   Tað hevði eg ikki væntað, tí tónlist Jón Leifs er so serstak og púra ókend fyri føroyingum. Kann tað vera, at brøðratjóðirnar hava ein felags grundtóna sum ger, at vit á ein serligarn hátt so væl skilja hvør annan. Liggur tað kanska í kirkjuklokkunum, sálmasanginum, eiðunum, rungan úr grøvunum og torusláttinum, sum nevnt í skránni?

   Síðst, men ikki minst, er tað eins stórur heiður fyri Onnu Elisabeth Klett, at fáa loyvi at spæla eitt av kendastu og fremstu verkum fyri klarinett saman við íslendingunum. Vit eiga at verða stolt av at eiga fólk, sum kann bjóða seg fram til eina slíka uppgávu.

   Anna spældi klarinettkonsertina við ósvikaligum tekniskum tryggleika, klangligum og musikalskum varierandi spæli. Anna hevur ein serligan vakran, mjúkan klang og ein serligan varierandi dynamikk, har hon stundum fer heilt niður í tað næstan óhoyriliga. Innímillum vantar tó rætningur í veiku setningunum og Anna gloymir at imponera áhoyraran tá høvi býðst. Men tað ger hon hinvegi við sínum sjarmerandi rørslum.

   Anna Klett er eftir mínum tykki ein av okkara bestu solistum, sum hevur eitt umfatandi tónleikavirksemi í Danmark. Nýliga var hon solistur onkrastaðni í Russlandi, har hon framførdi eina klarinett konsert.

   Tað er uppgáva tykkara, kæru fjølmiðlar, at fylgja við slíkum fólki til gleði fyri okkum lesarar/lurtarar/hyggjarar. Gloymið ikki, at hetta eisini er søguligt tilfar til komandi ættarlið.


Tað er stórt upplivilsi fyri meg hvørja ferð, ið íslendingar koma higar at spæla. Tit sum stíla fyri, gerið hetta til ein fastan tátt í einum mentanarligum samstarvi við brøðratjóð okkara.

 Takk til íslendska symfoniorkestrið og takk, Bernharður Wilkinson, fyri fantastiska leiðslu.