Ocean Explorer er leysur av grynnuni

Í dag upplýsir Arktisk Kommando yvirfyri grønlendska kringvarpinum, KNR, at tað hevur eydnast at hála skipið av aftur.

Eftir sløkum trimum samdøgrum er tað nú eydnast at hála ferðamannaskipið, Ocean Explorer, leyst aftur.

 

Tað var seinnapartin mánadagin, at skipið endaði á einari grynnu út fyri í landnyrðingspartinum av Grønlandi.

 

Í dag upplýsir Arktisk Kommando yvirfyri grønlendska kringvarpinum, KNR, at tað í dag hevur eydnast at hála skipið av aftur.

 

Tað var granskingarskipið, Tarajoq, sum hálaði ferðamannaskipið av aftur. Sagt hevur verið, at 206 fólk eru umborð.

 

Stjórin í Sunstone, sum er reiðaríið, ið eigur skipið, Carsten Lund, váttar, at Ocean Explorer nú er leysur av grynnuni.

 

Hann vil tó ikki siga meira, tá skipið er leigað av avstralska ferðavinnufelagnum, Aurora Expeditions.

 

Ritzau ber eisini hesi tíðindi í dag.