Óbroytt avgjøld á sild og makreli

Fíggjarmálaráðharrin broytir ikki avgjøldini á norðhavssild og makreli enn.

Jørgen Niclasen hevur lagt uppskot fyri tingið um avgjald á makrel og norðhavssild næsta ár. Hesum boðar KVF frá í dag.

 

Í nýggja uppskotinum stendur, at øll fiskifør, uttan heimaflotin, rinda 50 oyru fyri kilo av norðhavssild og eina krónu fyri kilo av makreli. Skip, sum landa uttanlands ella til útlendsk móttøkuskip skulu harumframt rinda tvær krónur fyri kiloið í avreiðingargjaldi. Heimaflotin skal rinda eina krónu fyri kiloið, um landa verður uttanlands ella til útlendskt móttøkuskip.

 

Landsstýrið væntar, at avgjøldini fara at geva landskassanum 137 milliónir krónur næsta ár.

 

Hendan lógin verður gjørd sum partur av fíggjarlógini, fyri at geva landsttýrinum heimild, at krevja avgjøldini inn. Kortini er lógin ein fyribils lóg, ið einans verður í gildi, inntil fiskivinnunýskipanin verður sett í gildi.

 

Eftir ætlan skal landsstýrið leggja eina fiskivinnunýskipan fyri tingið 1. februar. Tá nýggja lógin um fiskivinnunýskipan verður samtykt, fella lógin um vinnuligan fiskiskap og fyribils lógir um gjøld á fiskivinnuna burtur. Tað er sostatt møguligt, at avgjøldini á norðhavssild og makreli verða broytt aftur, men altso ikki í hesum umfrai.