Objektivur tíðindaflutningur, ella ? ?

sjálvstýrismaður og formaður Landsfelags Sjálvstýrisfloksins


 


Eg kvakk við, tá eg í fyrrapartstíðindunum í gjár hoyrdi samrøðu Útvarpsins við borgarstjóran í Hósvík.

Í umrøðuni av einum fundi við góðari undirtøku um floksformansvalið í Sjálvstýrisflokkinum, leggur útvarpsmaðurin niðrandi fyri við at siga, at Helena Dam á Neystabø bóltaði akkurát innum. Útvarpsmaðurin var sjálvur á eykalandsfundinum og visti væl, at hetta var eitt spennandi og sera javnt val, har vinnandi valevni ikki koppaði innum heldur enn hitt tapandi, var nakar stórur tapari.

So mikið harmiligari er tað, tá ið Útvarpið fær tað at ljóða, sum um tað var gjørd ein seravtala við Jógvan Mørkøre um valið og at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevði lovað honum nakað aftur fyri og soleiðis gjørt ein ?rossahandil? við borgarstjóran fyri eina atkvøðu til floksformansvalið.

Meg persónliga harmar tað somikið meira, at Jógvan Mørkøre hevur málborið seg, sum hann hevur gjørt, bæði tí at vit kennast væl og tí hann eisini er bygdarmaður mín. Og eg veit, at ætlan hansara als ikki hevur verið at skaða nývalda formannin, eins og eg veit, at tað ikki var tað, sum lá í orðum hansara, men at talan heldur var um gáloysni í einum svari og ein funnin fressur hjá einum hungrandi tíðindamanni, at brúka.

Sum landsfelagsformaður og umboðandi Norðurstreymoy fari eg harðliga at vísa aftur hesum, at nakar rossahandil skal vera farin fram í hesum máli, hvørki frá landsstýrismansins, mínari ella Landsfelagsins síðu.

Tað álit, sum víst varð Helenu Dam á Neystabø á landsfundi Sjálvstýrisfloksins er ikki viknað.

Men harmiligt er tað, at hon aftur nú skal til at stríðast móti býttisligum orðavavstri í fjølmiðlum.

At politikarar gera sær dælt av hesum, varð ikki annað væntandi, tí egin brøgd hava ikki megnað at hevja Jóannes Eidesgaard í eygum føroyingsins. Meinfýsni er eingin dygd.