Obertan til United

20 ára gamli leikarin Gabriel Obertan er ávegis frá Girondin Bordeaux til Manchester United

Tað skrivar soccernet.com. Obertan verður av mongum mettur at vera ein tann mest evnaríki leikarin í Frankaríki. Bæði Inter, AC Milan og Chelsea hava eisini víst áhuga fyri Obertan, men alt bendir á, at tað verður Manchester United, sum fer avstað við U21-landsliðsleikaranum.