- Tað, sum vit vilja við framvísingini, er, at geva fólki, sum ikki vanliga koma kring um á einum sjúkrahúsi, høvi at síggja, hvat er innan fyri veggirnar. Vit vilja soleiðis vísa opinleika um tað dagliga virksemi, sum er á Landssjúkrahúsinum.
Tað sigur fulltrúin hjá sjúkrahússtjóranum, Katrin Joensen, nú Landssjúkrahúsið verður aktivur partur av Mentanarnáttini í Havn.
Nógv ymiskt og áhugavert er í skránni fyri Mentanarnáttina 2014. Eitt, sum skapar forvitni, er ein rundvísing á Landssjúkrahúsinum, har starvsfólk á sjúkrahúsinum fylgja tær og siga frá áhugaverdum og stuttligum søgum á leiðini.
Tilmelding er ikki neyðug, og pláss er fyri umleið 25 fólkum á hvørji rundvísing. Hvør rundvísing tekur umleið 70 minuttir, og byrjað verður í reyða bygninginum á Eirargarði 16.
Á ferðini kring Landssjúkrahúsið verður eitt nú greitt frá psykiatriska økinum á Eirargarði, og greitt verður frá menningini innan økið. Tá fyrsta vitjanin er liðug, verður gingið umvegis tunnilsskipanina undir J.C. Svabosgøtu og oman í B-bygningin, sum hann verður róptur.
Á ferðini verður stutt frágreiðing um eitt nú neyðhospitalið undir jørð, um vaskaríið á Eirargarði, um eldri og nýggjari tøkni, og vitjað verður á sektiónsstovuni í B-bygninginum.
Tey, sum verða við á ferðini á Landssjúkrahúsinum, sleppa eisini at hoyra um obduktiónir, eins og vitjað verður í nýggja skannaraumhvørvinum, har greitt verður frá um CT-og MR-skannarar.
Eftir stutta kunning um virksemið annars á Landssjúkrahúsinum, verður høvi til at seta spurningar aftur við einum góðum kaffimunni í fundarhøllini í B-bygninginum.
Tiltakið á Landssjúkrahúsinum verður fríggjakvøldið, ávikavist klokkan 18, 18.30 og klokkan 19.
Katrin Joensen, sum er fulltrúi hjá sjúkrahússtjóranum, Sigurdi Ólason Vang, sigur, at tað, sum Landssjúkrahúsið vil við framvísingini, er, at geva fólki, sum ikki vanliga koma kring um á einum sjúkrahúsi, høvi at síggja, hvat er innan fyri veggirnar.
- Vit vilja soleiðis vísa opinleika um tað dagliga virksemi, sum er her. Hetta er fyrstu ferð, at Landssjúkrahúsið er partur av skránni fyri Mentanarnáttina, men hetta verður neyvan seinastu
Tað vísir seg nevniliga, at aðrar deildir enn tær, sum hesaferð skulu vera partur av framvísingini, eisini vildu verið við.
- Men, túrurin skal helst ikki gerast alt ov drúgvur, og tí er væl hugsandi, at onkrar deildir ella partar av virkseminum á Landssjúkrahúsinum, sum ikki eru við hesaferð, koma við eina aðru ferð, sigur Katrin Joensen, fulltrúi.










