Vit eru smittað av alheims umfarssóttini Obamania. Tí fara vit, saman við milliardum av øðrum heimsborgarum, at fylgja við í hátíðarhaldinum á sjónvarpsskíggjum, útvarpsrásum og á internetinum.
Og sjálvandi skulu vit hava rætta amerikanska dámin heim í stovunar, har vit borðreiða við heimagjørdum burgarum, chips og cola. Og so koma vit ikki uttanum amerikanskar donots og einari stórari spann av popkorn.
--
FAKTA
Barack Hussein Obama
Føddur 4. august 1961 á Hawaii
Mamman er hvítur amerikanari og pápin úr Kenya
Løgfrøðingur frá Harvard University í Boston
Valdur í amerikanska senatið í 2004
Høvundi til bøkurnar Dreams from My Father og The Audacity of Hope
Er giftur og eigur tvey børn