Obama vunnið enn eina veljarakanning

Barack Obama hevur nú vunnið enn eina veljarakanning. Hesuferð vóru tað børn, ið sluppu at taka demokratisku avgerðina. Risastóra sjónvarpsrásin Nickelodeon skipaði fyri Við einari prosentbýting 51% mótvegis 49% vann amerikanska demokratiska valevnið Barack Obama barnaveljarakanningina. Heili 2,2 milliónir børn luttóku, og hetta er stórsta talið, síðan hetta átakið byrjaði á Nickelodeon í 1988. Endaliga úrslitið var, at John McCain fekk 1.129.945 atkvøður og Obama 1.167.087.

Fýra av teimum fimm seinastu ferðunum, hevur hendan kanningin verið røtt. Undan kanningini hava børnini verið kunnaði um sjónarmiðini og politikkin hjá valevnunum. Nickelodeon er kend fyri sítt læruríka, góða tilfar, sum verður lagt fram í barnahædd av teknaðum figurum. Samstundis sum hon er hin stórsta barnarásin í heiminum, fyri børn í aldrinum 2-14 ár.

Valstríðið á rásini byrjaði longu í januar, har børnini gittu at tað fóru at vera teir báðir, McCain og Obama, ið komu at standa upp móti hvørjum øðrum. Møguligt hevur verið hjá børnunum at atkvøða á heimasíðuni hjá Nickelodeon, í tíðarskeinum frá 12.-20. oktobur.