Obama: -Vit skuldu skamma okkum

Amerikanski forsetin hvessir orðalagið eftir enn ein skottilburð í einum skúla.

Amerikanararnir eiga at taka í egnan barm eftir enn eina hending við skotvápnum í einum av landsins skúlum.

 

Tað sigur Barack Obama, forseti, og samstundis ávarar hann um, at tað eru alt ov nógvir skottilburðir í USA, og at hetta er meiri, enn nakað annað vælvirkandi samfelag hevði góðtikið.

 

Orðini hjá forsetanum fullu eftir eina hending í einum skúla í statinum Oregon, har ein maður skjeyt ein næming og síðani seg sjálvan.

 

-Vit eru tað einasta ídnaðarlandið í heiminum, har slíkt hendir, og nú hendir tað eina ferð um vikuna, segði Obama.

 

Sum forseti hevur hann leingið stríðst fyri at herða vápnalógirnar, men higartil hevur hetta verið til fánýtis, tí nógvir amerikanarar halda seg til lógina, sum heimilar teimum at hava vápn. Obama heldur, at USA eigur at skamma seg, tí landið ikki tekur undir við sjálvt teirri minstu nýskipanini á vápnaøkinum.

 

Hendingin í Oregon í gjár er tann triðja av sínum slagi tær seinastu tríggjar vikurnar. Tann 23. mai skjeyt ein maður seks fólk og síðani seg sjálvan á lærda háskúlanum í Santa Barbara, og 5. juni skjeyt ein maður eitt fólk og særdi tvey onnur á lærda háskúlanum í Seattle.