Obama vil ikki vitja Lula

Brasilski forsetin, Luiz Inácio Lula da Silva, er vónsvikin, tí amerikanski starvsbróður hansara, Barack Obama, hevur havnað einari innbjóðing um at vitja Brasil upp undir forsetavalið har í oktober.

Sambært spanska blaðnum El Pais kom avgerðin hjá Obama púra óvart á Lula.

Fleiri fjølmiðlar vísa á, at tað er ikki av tilvild, at Obama hevur sagt nei takk.

Brasilska blaðið Folha de São Paulo skrivar, at avgerðin hjá Obama hava samband við, at hann er misnøgdur við, at brasilski forsetin hevur lagt seg út í uttanríkispolitiskar spurningar viðvíkjandi Iran.

Fyri fjúrtan døgum síðani gjørdu Brasil og Turkaland eina avtalu við Iran um landsins kjarnorkuverkætlan. Fyrr í ár varð iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, boðin til Brasil á almenna vitjan, og tað fall heldur ikki í góða jørð í Washington.