Obama vil hava hjálp frá tónleikarum

Obama vil nú hava hjálp frá tónleikarum, nú hann skal dystast um at gerast forseti í Amerika enn eitt valskeið.

 

Tá ið Obama varð valdur í 2008 hevði hann stuðul frá eitt nú Jay-Z, John Legend og Jamie Foxx. Og nú vil Obama aftur hava hjálp frá tónleikarum.

 

Hesir tónleikarar stuðlaðu Obama alment, og høvdu eitt nú framførslur til frama fyri Obama.

 

Nú sær út til, at Obama aftur vil hava hjálp frá tónleikarum.

 

Blaðið Tennessean hevur fingið fatur á einum brævið, sum forsetin hevur sent til tey starvsfólk, sum arbeiða við hansara valdysti.

 

Har vísur hann á hvørjar tónleikarar hann ynskir at fáa aftrat sær.

 

Á listanum eru eitt nú Arcade Fire, Alicia Keys og Adam Levine frá Maroon 5.

 

Aftrat hesum eru Jay-Z, Jack Johnson, The Roots, Will.i.am, Vampire Weekend og Janelle Monáe.

 

Hetta veit eb.dk í dag.