Obama við umstríddari tilnevning

Í USA hevur Barack Obama, forseti, tilnevnt Chuck Hagel nýggjan verjumálaráðharra at taka við eftir Leon Panetta. Men longu nú skriva fjømiðlarnir, at republikanararnir í Senatinum fara ar royna at forða fyrim, at Hagel fær ta neyðugu góðkenningina.

Tað kann tykjast løgið, tí tann 66 ára gamli Chuck Hagel er republikanari og fyrrverandi senatorur úr statinum Nebraska, men nógvir republikanarar halda, at hann er ikki nóg vinarliga sinnaður yvir fyri Ísrael.

Í einari bók, sum hann gav út í 2008, skrivaði Chuck Hagel millum annað, at ísraelsmenn hava alt ov stóra ávirkan á amerikanskan uttanríkispolitikk.

-Eg eri senatorur fyri USA - ikki fyri Ísrael, skrivaði Hagel í bókini.

Fyri at hann kann taka við sum verjumálaráðharri, skal Senatið góðkenna Chuck Hagel, og har hava demokratarnir hjá Barack Obama, forseta meiriluta.