Barrack Obama fyrireikar seg til at styrkja amerikanska fíggjarheimin við 850 milliardum dollarum ella 4,5 billiónum krónum Tað eru keldur, ið standa komandi forsetanum nær, sum hava borið tíðindini um tann risastóra hjálparpakkan, ið er líka stórur sum tann, ið táverandi amerikanska stjórnin kom við í kreppuárunum í 1930-unum.
Sjálvur hevur Obama sagt, at eingin endalig avgerð er tikin um hjálparpakkan enn, men hansara búskaparligu ráðgevar eru komnir eftir, at talan má vera um meiri enn 600 milliardir dollarar og helst væl meiri enn tað.
Sambært keldunum ætlar Obama at brúka nógvar pengar til nýggjar vegir og jarnmbreytir, samstundis sum skúlar skulu nútímansgerast, so teir millum annað skulu brúka minni orku enn nú.









